Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.
Fri May 31, 2024
41 episodes
Leitisstein
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki. Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Wed May 29, 2024
51 episodes
Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Fri May 31, 2024
53 episodes
Gudstænastur í sjónvarpi
Sjónvarpið sendir møti og gudstænastur frá ymsum samkomum í Føroyum hvønn sunnudag klokkan 16:00.
Mon May 20, 2024
50 episodes
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna. Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin. Vertur er Ingi Samuelsen.
Sat Jun 1, 2024
52 episodes
Upp á tá
Finnur S. Olsen leggur sendingina Upp á tá, sum vit senda hvørt fríggjakvøld klokkan 22, til rættis. Í sendingini verða dansiføroyingar bjóðaðir innum til góðar dansitónar, sum verða varpaðir út í stovurnar kring landið.
Sat Jun 1, 2024
52 episodes
Útvarpstíðindi
Gerandisdagar: Mánadag – fríggjadag, 10 sendingar frá klokkan 7:00 – 18:00 Vikuskifti: Leygardag og sunnudag, tríggjar sendingar frá klokkan 10:00 – 18:00 Tíðindasendingin í útvarpinum varpar ljós á samfelagið, og tíðindaflutningurin greinar og perspektiverar núlig evni í einum samansettum heimi. Tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya er óheftur av politiskum, handilssligum, átrúnaðarligum og øðrum seráhugamálum.
Sat Jun 1, 2024
111 episodes
Veðrið
Veðurforsøgn í sjónvarpinum, ið verður send eftir Dag & viku
Fri May 31, 2024
53 episodes
Dagur og vika
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.
Fri May 31, 2024
54 episodes
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: [email protected], telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Fri May 31, 2024
56 episodes
Morgunlesturin
Morgunlesturin er eins gamal og sjálvt Kringvarpið. Prestarnir í fólkakirkjuni skiftast at skriva hvørja viku, og ymisk fólk kring landið lesa lestrarnar. Sendingin byrjar við einum sálmi, síðan kemur bøn, skriftorð og so nakrar linjur um tekstin - ofta sett í eitt nútíðarhøpi - og endar við Faðir vár og einum sálmi.
Sat Jun 1, 2024
57 episodes
Kvørnin
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Thu May 16, 2024
50 episodes
Jazzofonin
Skiftandi vertir spæla føroyskan og útlendskan jazztónleik.
Thu May 30, 2024
51 episodes
Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útva...
Mon May 27, 2024
51 episodes
Norðurljóð
Norðurljóð er sending, har nýggjur norðurlendskur tónleikur er í fokus. Hvørja viku lodda vit dýpið hvat fyriferst á norðurlendska tónleikapallinum og sjáldan er tónleikurin í sendingini meir ein eina viku gamal. Stóru norðurlendsku málini skulu hoyrast hvørja ferð. Tónleikurin skal í høvuðsheitum ikki verða meira enn nakrar vikur gamal og eru nakrar føroyskar relatiónir, ongantíð betur.
Mon May 27, 2024
51 episodes
Fótbóltsprát
Sending, har vit skifta orð um føroyskan fótbólt. Vertur er Tróndur Vatnhamar
Mon May 27, 2024
51 episodes
Guðstænastur í útvarpi
Útvarpið sendir beinleiðis gudstænastu hvønn sunnudag í árinum úr føroysku fólkakirkjuni. Harumframt verða gudstænastur eisini útvarpaðar um kirkjuligu høgtíðirnar. Sagt verður, hvør er prestur, deknur, urguleikari og klokkari, og hvørjir sálmar verða sungnir.
Sun May 26, 2024
52 episodes
Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella ...
Sat May 11, 2024
50 episodes
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar. Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.
Sat May 18, 2024
50 episodes
Málteigurin
Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Mon Apr 29, 2024
50 episodes
Andaktin
Hvørt sunnukvøld klokkan 19:50 senda vit andakt í sjónvarpinum. Tað er ymsu samkomurnar í Føroyum, sum skriva og lesa sjónvarpsandaktirnar. Prestar í fólkakirkjuni skriva og lesa andaktirnar, tá høgtíðir eru. Mynd: Michael Morse
Sun Apr 28, 2024
50 episodes
Mono
Styttri tónleikasendirøðir og einstakar tónleikasendingar við skiftandi vertum.
Wed May 29, 2024
55 episodes
Møti í sjónvarpinum
Sjónvarpið sendir møti og gudstænastur frá ymsum samkomum og kirkjum í Føroyum hvønn sunnudag klokkan 16:00.
Sun May 26, 2024
51 episodes
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Sun Mar 10, 2024
50 episodes
Dansival
Kvæðasending í útvarpinum.
Thu Feb 29, 2024
50 episodes
Stakar sendingar - sjónvarp
Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.
Wed Jan 24, 2024
50 episodes
Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Mon Dec 11, 2023
50 episodes
Stakar sendingar - útvarp
Sendingar, ið ikki eru partur av einari sendingarøð, liggja her.
Sat Jun 1, 2024
53 episodes
Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Fri Sep 1, 2023
50 episodes
3-2 (GAMALT, IKKI BRÚKA HESA)
3-2 sendingin hevur frá fyrsta degi havt sum aðalmál at viðgera føroyska ítróttarlívið breitt. Ítróttargreinir, fólkaheilsa og søgan aftan fyri ítróttarfólkini verður søgd.
Sat Jun 1, 2024
52 episodes
Kappróður
Kringvarp Føroya hevur lagt seg eftir at veita eina góða tænastu teirra, ið hava áhuga fyri kappróðri. Vit senda kappróðurin beinleiðis á heimasíðuni, í sjónvarpinum og í útvarpinum. Á hvørjari FM-stevnu ber til at fylgja beinleiðis við róðrunum hjá teimum vaksnu, umframt at til ber at síggja allar róðrarnar og samrøður við einstøku vinnararnar eftir róðrarnar.
Sat Jun 1, 2024
59 episodes
Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, [email protected] Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sat Jun 24, 2023
50 episodes
PolEtikk
Poddvarpsrøðin, sum viðger teir stóru politisku og etisku spurningarnar, sum flest øll halda vera áhugaverd og hava eina meining um. Í hvørjum parti verða evnini viðgjørd av einum pallborði, ið er sett saman við tí endamáli at kunnu skapa eitt so gott, fakligt og spennandi kjak sum gjørligt.
Thu Sep 22, 2022
6 episodes
Umhvørvið og eg
"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Mon Dec 21, 2020
13 episodes
Antigram
Instagram: ein fantasy verð, har alt er vakurt og magiskt, og sjáldan tragiskt. Vælkomin til Antigram - poddvarpsrøðin, ið goymir tað magiska burtur, og setur fokus á tey fáu, ið skilja seg út og vísa tað veruliga og óperfekta.
Thu May 27, 2021
4 episodes
Breddin (savnssending)
Trý fólk kjakast um trý evni í trý korter. Vit fáa greiningar og meiningar frá ymsum sjónarhornum - um aktuell mál ella rák, sum eru uppi í tíðini. Kjakararnir reflektera og perspektivera haðani tey síggja heimin. Vertur: Ingi Rasmussen.
Wed May 24, 2017
7 episodes
Ikki sannheit?
Poddvarpsrøð við tveimum dólgum, ið hava ov nógv at práta um.
Wed Mar 3, 2021
6 episodes
Skimin
Skimin skimast um alskyns viðurskifti, ið røra seg í samfelagnum. Í hvørjari sending verður farið í dýpdina við einum evni, sum rørir seg millum ungdómin í Føroyum
Sat May 20, 2017
4 episodes
Fólksins lóg
Stjórnarskipanin er til almenna hoyring til 25. august. Fólkaatkvøða verður um stjórnarskipan komandi ár, um samgongan fær sín vilja. Men stór ósemja er um, hvat skal standa í stjórnarskipanini. Í sendirøðini Fólksins lóg fara vit aftur um aktuella uppskotið og spyrja: Hvat er ein stjórnarskipan og hvat kann hon brúkast til? Hvør er søgan aftanfyri aktuella stjórnarskipanarkjakið? Hvørjar eru grundleggjandi politisku og løgfrøðiligu ósemjurnar í sambandi við stjórnarskipanina?
Wed Aug 30, 2017
5 episodes
Andglettur, Fólkatingsval 2019
Sjónvarpssendingar undan fólkatingsvalinum 2019. Í sjónvarpinum - og á kvf.fo - klokkan 19:20 gerandiskvøld fram til 5. juni.
Wed Jun 5, 2019
8 episodes
Skil fiskin!
Tíðin gongur og lógin um vinnuligan fiskiskap, sum størsta vinnan í Føroyum hevur virkað eftir í góð 23 ár, liggur í andaleypi. Føroyar skulu hava nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvussu eru vit komin higar? Hví hava vit í so langa tíð kjakast um hesa góðu nýskipan? Og hvat er tað, kjakast verður mest um, bæði millum politiskar flokkar og í almenninginum? Hesum spurningum fara vit at royna at svara í eini røð av sendingum um fiskivinnunýs...
Thu May 4, 2017
9 episodes
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Fri Jul 1, 2022
50 episodes
Leygardagur
Morgunsending við samrøðum, kjaki, gestum og góðum tónleiki
Sat Feb 15, 2020
50 episodes
Etos
Etos er sendirøð, sum varpar ljós á etisku søguna, etisk dilemma og hvussu menniskjan annars kemur til sættis ella ikki við galdandi etikk í samfelagnum. Armgarð Arge tosar við lærara í filosofi, Jógvan D. Hansen.
Wed Oct 19, 2022
14 episodes
Chorus
Chorus er ein sending við góðum og fjølbroyttum kórsangi. Vit hoyra dygdarkór framføra føroyskar og útlendskar sangir og verk. Vertir: Gunnvør Poulsen, Urd Johannesen og Bjarni Restorff - øll kend í føroyska kórumhvørvinum. Sendingin verður borin av tí áhuga og vitan, sum verturin hevur fyri evninum.
Sun Jun 24, 2018
50 episodes
Also
Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í. Talan er um engageraðar kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað. Hetta er ein sending, har lurtarar senda inn spurningar til sendingina. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur. Tey hava eina meining um alt! Also á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sat Jun 8, 2019
50 episodes
Barnaútvarpið
Kringvarpið sendir hvønn morgun søgur, reportasjur, ljóðmyndir og mangt annað til yngstu lurtararnar. Á odda fyri hesum standa Elin á Rógvi og Jonna Fritsdóttir Mortensen. Barnaútvarpið hevur av og á temavikur, har farið verður í dýpdina við ymiskum evnum, til dømis happing og forelskilsi. Harafturat hevur sendingin eisini fastar tættir til dømis Lova mær við, har vertirnir biðja børnini lova sær við at uppliva eitthvørt. Millum annað hava vertirnir verið við børnum, sum hava fingið hol í oyruni, st...
Mon Sep 21, 2015
50 episodes
Vegamótið
Stundum kann lívið hjá okkum menniskjum knappliga broytast, og einki er soleiðis, sum tað var áður. Persónar rundan um okkum hava sína ávirkan, álvarsamar hendingar seta spor, og kósin jann verða broytt av tilvild ella teimum ymsu valunum, vit gera. Alt hetta eru viðurskifti, ið kunnu verða altavgerandi fyri, hvussu lívið háttar seg. Í sendingini hoyra vit fólk greiða frá, hvussu ávisar hendingar hava broytt teirra lív fullkomuliga.
Thu Aug 11, 2022
48 episodes
Radarin
Farið verður í dýpdina við teim evnum, ið verða vald til hvørja sending. Heldur enn at fevna víða, er tankin at fara djúpt. Tað vil siga, at kavað verður niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Av tí at sendingin er á skrá einaferð um vikuna, so ber væl til at taka somu evni uppaftur, ella onnur evni innan fyri sama øki.
Wed May 1, 2019
50 episodes
Jóla- og nýggjárssendingar
Sendingar, ið verða sendar um jóla- og nýggjárstíð, verða lagdar á síðuna her, meðan høgtíðin er.
Sun Dec 25, 2022
50 episodes
Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Wed Nov 16, 2022
50 episodes
Tilvera
Savnssending Hvørt menniskja sær er einstakt og hvør einasta tilvera er einstøk. Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.
Mon Apr 26, 2021
50 episodes
Filosoffarnir
Filosoffarnir er ein sending, har Armgarð Arge tosar við Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki. Hvør sending viðgerð ein heimsspeking og tað, sum hann hevur hugsað, gjørt og skrivað. Evnini eu ymisk. Hvat er menniskja? Hvør er Guð? Hvørji eru vit, hvaðani koma vit, og hvar fara vit? Hvat kunnu vit fata, og hvat kunnu vit sansa? Og um fólkaræði, kapitalismu og kommunismu.
Tue Apr 2, 2013
44 episodes
Tey forvitnu
Vit tosa um granskingarumhvørvi, granskingarpengar og ikki minst granskarar í Føroyum. Men hvat er hetta fyri umhvørvi? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørji eru hesir granskarar?
Thu Mar 5, 2020
4 episodes
Kjakaríið
Kjakaríið er ein beinleiðis kjaksending í útvarpinum hjá KvF hvønn leygarmorgun klokkan 10 til 11. Spurningar og tvístøður kunnu sendast til [email protected], og kunnu vera um alt millum himmal og jørð, bæði gerandisspurningar, tvístøður og aktuel mál.
Sat Aug 1, 2020
37 episodes
Trimpil
Saman við fólkalívsfrøðinginum, Jóan Paula Joensen, gjøgnumganga vit ymiskar søguligar tekstir, við fólkalívsfrøðisligum brillum. Tosað verður í sendingini um messlingaritgerðina hjá Panum frá 1947. Røðuna sum A. Jógvansson helt í føroyingafelaginum í Keypmannahavn í 1900 og um bókina Føroysk Hús, um Hans W. Tórgarð gav út í 1932.
Fri Sep 7, 2018
4 episodes
Tempo
Ein sending við kristiligum tónleiki og práti av alskyns slagi. Sendingin er livandi, og ein sýnisgluggi inn í kristna tónleikaheimin. Lurtarin kann eisini ynskja sær eitt lag, tí sendingin verður sum oftast send beinleiðis. Tempo, tað øðrvísi jaliga.
Tue Mar 29, 2022
50 episodes
Ljóðmyndir
Sending úr savninum. Ljóðmyndir er tann góða søgan, ið hevur verið ein partur av útvarpinum frá fyrsta degi. Lurta eftir ljóðmyndunum á hesu síðu.
Sat Feb 20, 2021
50 episodes
Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku. Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt. Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!
Fri Mar 27, 2020
28 episodes
25 minuttir
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini. 25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum. Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, [email protected] Samskipari: Tróndur Vatnhamar, [email protected] Redaktørur: Kári Sólstein, [email protected]
Wed Jan 19, 2022
50 episodes
Tá makrelurin broytti Føroyar
Tað er ein sannroynd, at avgerðin um at hækka føroysku makrelkvotuna fyri umleið 10 árum síðani, hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri partar av okkara fiskivinnu, og somuleiðis fyri búskaparligu framgongdina í Føroyum seinnu árini. Søgan “Tá makrelurin broytti Føroyar’ er ongantíð lýst samanhangandi og tað verður roynt í hesu sendirøð. Føroyar meira makrel Tað var tó ikki frá politiskari síðu ella frá Havstovuni, at stig vóru tikin til at útvega prógv fyri, at nógvur makrelur var í føroyskum sjógvi,...
Tue Sep 8, 2020
6 episodes
Mikrofonin
Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og upplýsandi, eisini í mun til hvat sum er frammi í tíðini. Vertur er Búi Tyril.
Tue Dec 28, 2021
15 episodes
Dimmupoddurin
Dimmupoddurin fevnir seg víða, har pláss skal vera fyri mongum ymiskum evnum og leggur seg í kjalarvørrin til endamálsorðingina hjá Dimmalætting. Dimmalætting er eitt átrúnaðarliga, vinnuliga og politiskt óheftur føroyskur miðil. Hosted on Acast. See acast.com/privacy for more information.
Sun Apr 11, 2021
3 episodes
Forsetaval og amerikanskur politikkur
Hvussu verður amerikanski forsetin valdur, hvat vald hevur hann, og er hvussu við Umboðsmannatinginum, Senatinum og amerikanska Hægstarætti? Í hesi podvarpsrøðini varpa vit ljós á hesar og aðrar spurningar um amerikonsku politisku skipanina í samband við forsetavalið, sum verður í USA 3. november.
Mon Oct 19, 2020
6 episodes
Minnismyndir
Í hesum sendingum fara fólk at siga frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um.
Sun May 29, 2022
50 episodes
Pressan
Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum. Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum. Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum. Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, su...
Fri Nov 13, 2020
50 episodes
Skaldsøgur
Skaldsøgur, ið verða lisnar í útvarpinum, eru tøkar her á síðuni í ein mánaða, eftir at seinasti partur er lisin.
Sat May 25, 2024
7 episodes
UFO-kjallarin
Tey allar flestu okkara munnu minst einaferð hava sitið í havanum og hugt upp móti stjørnnum og hugsað um, hvørt vit veruliga eru einsamøll í alheiminum, ella um okkurt meira man vera har úti. Søgurnar um ljós í myrkrinum ella flúgvandi talerkar eru nógvar, men eru tær sannar? Í hesari podcast seriu fara vit at skifta orð um fyribrigdið UFO og alt sum har til hoyrir. Vælkomin í UFO Kjallaran
Sun Apr 30, 2023
19 episodes
....... ¿?!
Uh ft R sj bjbrhjnedio9ew
Fri Feb 26, 2021
1 episodes
hví spælur man fótbólt
fá meira at vita um fótbólt
Fri Oct 30, 2020
2 episodes
Frítíð og náttúra
Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum. Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.
Fri May 31, 2024
45 episodes
We use cookies to ensure that we give users the best experience on our site. By using this website, you agree to our use of cookies.